Hann svaraði: Um Hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, síggi nú!@Jóhannes 9:25
portrait
John Newton (1725-1807)

John Newton, 1779 (Amazing Grace). Zacharias Zachariassen.

Virginia Harmony, 1831 (🔊 pdf nwc).

Á náði rík og dýrabar,
Ið frelsti meg, eitt vrak.
Tá vilstur eg og blindur var,
Gud myrkrið burtur rak.

At óttast náðin lćrir meg,
Men fryktin lýggja má.
Hvør søt var náðin, fyrsta eg
Í trúnni Jesus sá.

Í snerrum og á vandaveg,
Men tryggur higartil.
Tað náðin var, ið leiddi meg,
Og heim meg leiða vil.

Tá prís vit sungið hava har
Í Himli, túsund ár,
Tá skal tað tykjast, sum tað var,
Vit byrjaðu í gjár.